Netbanki sum app
Netbankin á snildfonini virkar líka sum Netbankin á
teldu/teldli, og er líka tryggur sum Netbankin á teldu/teldli. Men vit ráða tær
til at hava eina kotu á sjálvari snildfonini, umframt altíð at dagføra
stýrisskipanina á snildfonini og á appunum.
Minst eisini til, at útrita teg úr Netbankanum, tá ið tú ert
liðug/-ur at brúka Netbankan.
Tú meldar teg til Netbankan sum app, í Netbankanum á
telduni/teldlinum.
Tað ber eisini til, at fáa Netbankan á snildfonina, uttan at
hava Netbankan til teldu/teldil.
Ofta settir spurningar/OSS
Hvat er eitt univers?
Univers er ein røð av ímyndum, sum hvør sær rúma tær upplýsingar, sum tú vanliga finnur í valmyndini.
Í valmyndini eru hesi univers: Yvirlit, Gjaldingar, Íløgur og Samband.
Hvat sæst í Yvirlit?
Hvat er Gjaldingar universi?
Hvat er Íløgu universi?
Hvat er Samband universi?
Seg teg í samband við okkum
