Suðuroyar Sparikassi hækkar renturnar
11. september 2026 hækkaði danski Tjóðbankin leiðandi rentuna við 0,25%-stigum.
Hetta hevur við sær, at Suðuroyar Sparikassi eisini hækkar renturnar. Fyri bæði privat- og vinnukundar hækka út- og innlánsrenturnar við upp til 0,25 %-stigum.
Broytingarnar koma í gildi 26. oktober 2026.
Rentu- og tænastuyvirlitini her á heimasíðuni www.ss.fo verða dagførd, tá ið broytingarnar koma í gildi.
